Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kúlubøkan framvegis í Leirvíksfirði

Oliver Joensen

Nú eru fleiri mánaðar síðani, at hon fyrstu ferð varð sædd við strendurnar her, og hon hevur framhaldandið hildið seg við landið, í hvussu so er av og á.

 Kúlubøkan  var helst fyrst sædd suðuri í Suðuroy, síðani á Havnarvág og eisini á Klaksvík og aðrastaðni. Seinastu tíðina hevur hon títt og oftað verið at sæð við Lerivíkarlandið, einamest við Høgaból og inn ímóti havnini í Leirvík.

Í gjár, leygardagin, tóku vit hesar myndirnar av grótkastinum í Leirvík. Tey vóru mong, ið nýttu høvið at eygleiða hetta stóra djórið.

Tað sær út til at kúlubøkan rættuliga hevur fingið smakk fyri seiði, ella kanska er tað so, at ov lítið ætið er úti á djúpari vatni. Í hvussu so er hevur kúlubøkan verið rættuliga støðuføst við landið, hvør so orsøkin er til tess. Ikki kann annað sigast enn at áhugavert er at eygleiða hana. Leygardagin var hon sera ásýnilig fyri bilferðsluna, sum kom úr Leirvístunnlinum úr Klaksvík.