“Ikki gera ikki nakað” var søluboðskapurin hjá felagnum Intrum Føroyar, sum fyri nøkrum árum síðani heintaði pengar inn fyri fyritøkur, sum áttu pengar til góðar hjá kundum.
“Ikki gera ikki nakað” var søluboðskapurin hjá felagnum Intrum Føroyar, sum fyri nøkrum árum síðani heintaði pengar inn fyri fyritøkur, sum áttu pengar til góðar hjá kundum.
Men eftir at Felagið hevði virkað í eina tíð, doyði tað burtur. Fleiri fyritøkur høvdu tá latið Intrum Føroyar fáa rokningar, sum teirra kundar skyldaðu.
Men nú er eftir øllum at døma komið lív í aftur felagið undir navninum Inntriv.
Ein fyritøka í Klaksvík, sum Norðlýsið hevur tosað við, sigur, at kundar hjá teimum hava undrast á, at teir hava fingið hóttanarskriv fyri gamlar rokningar, sum langt síðani eru goldnar. Víst verður á eitt telefonnummar, sum ringjast kann til, men tá ringt verður til tað nummarið, kemur bara ein telefonsvararin til, sum sigur, at telefontænastan er ikki tøk, og tí skulu fólk senda ein teldupost.
Norðlýsið kannar málið.




