Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnandi fundur um luft/vatn-hitapumpur

John William Joensen

Hóskvøldið kl. 18 verður kunnandi fundur á Tekniska Skúla har umboð frá Toshiba í Noreg, í samstarvi við P/F Victor á Lakjuni, fara at greiða frá luft/vatn-hitapumpum

Bygging.fo hevur tikið upp samstarv við P/F Victor á Lakjuni í Klaksvík fyri at røkka einum størri parti av landinum. Saman fara teir at selja hitapumpur, ið eru framleiddar av Toshiba.

Eisini kemur umboðið frá Toshiba Noreg at halda kunnandi fund um luft til vatn hitapumpur fyri almenninginum.

Hesir fundir vera týskvøldið tann 24. juni kl. 18.30 í Gamlaskúla í Sandavági og á Tekniskaskúla í Klaksvík, hóskvøldið 26. juni kl. 18.00.

Bygging.fo bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til hesar fundir.

Harleyfacadeacryl