Sjómannadagurin nærkast, og skráin hevur næstan fingið sítt endaliga skap. Tann nýggjasta skráin er tøk.
Sjómannadagurin nærkast, og skráin hevur næstan fingið sítt endaliga skap. Tann nýggjasta skráin er tøk.
Skráin til Sjómannadagin norðuri í Klaksvík í ár ber brá av, at tað eru 70 ár liðin síðani seinni heimsbardagi endaði.
Nógv áhugaverd tiltøk eru í hesum sambandi. Eitt nú verða úti við tey 200 nøvnini á teimum føroyingunum, sum lótu lív undir krígnum, lisin upp á Sjómannadegnum.
Í Sjómannavikuni verða eisini nógv tiltøk, eitt nú verður stórt fiskivinnuting mikudagin í Skúlanum við Ósánna.
Sum sagt, nógv áhugavert. Kunnið tykkum um skránna HER.




