Mánadagin 2. september 2013 skal “M/F Sam” á sleipistøð í sambandi við 35-ára klassing. Arbeiðið er mett at taka uml. 14 dagar. Í hesum tíðarskeiði fer annaðhvørt nýggi báturin “Jósup” ella “Silja Star” at røkja siglingina um Kalsoyarfjørð eftir galdandi ferðaætlan. Bygdaleiðir í Kalsoynni koyra í sambandi við allar túrarnar hjá avloysarabátinum.
| Mánadagin 2. september 2013 skal “M/F Sam” á sleipistøð í sambandi við 35-ára klassing. Arbeiðið er mett at taka uml. 14 dagar. Í hesum tíðarskeiði fer annaðhvørt nýggi báturin “Jósup” ella “Silja Star” at røkja siglingina um Kalsoyarfjørð eftir galdandi ferðaætlan. Bygdaleiðir í Kalsoynni koyra í sambandi við allar túrarnar hjá avloysarabátinum. Avrátt er, at “M/F Ternan” siglir farmatúrar mánadag og fríggjadag. “M/F Ternan” fer at sigla soleiðis, at mjólkabilurin, farmabilur, oljubilur, renovatiónsbilurin o.a. kunnu koma við í Kalsoynna, og liggur “M/F Ternan” við ferjuleguna á Syðradali í 1½ tíma, soleiðis at allur farmur kann avgreiðast. Kunnað verður um broytingarnar á heimasíðuni www.ssl.fo, í Kringvarpinum, og sent sum sms boð til tey, sum hava teknað seg til sms-boð fyri Kalsoyarleiðina. |




