Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunning í samband við avgreiðslu av M/F Smyrli, 27. August 2016

Tíðindaskriv

Í samband við at Smyril ger eykatúr millum Klaksvík og Tórshavn, leygardagin 27. August, kunnar KÍ og Klaksvíkar Kommunu, eftir avtalu við manningina á Smyrli, um hvussu ferðafólkini koma umborð og í land.

  • Leið 1, koyrir av Sandinum kl 12:20 og aftur kl 12:50, eftir somu rutu, sum er galdandi í dagtímunum vanligar dagar.
  • Smyrli leggur at við bryggjuna á Kósini kl 13:15 og siglur aftur kl 14:00. Fari verður umborð so skjótt skipið er lagt til bryggju og landgongd er klár.
  • Atgongd til bryggjuna verður norðanfyri Kósavirkið. Ongin atgongd verður eftir sunnara enda á bryggjuni, og fólk uttan armband hava IKKI atgongd oman bryggjuna.

BERT fólk ið hava serligt armband til ferðina hava atgongd. Eftirlitsfólk kanna á bryggjuni.

Heitt verður á fólk um ikki at hava bil við oman á økið. Væntast kann ikki at bilar sleppa oman eftir Kósabrekkuni!!