Klaksvíkar Býráð samtykti 24. apríl 2013, at umsøkjarar, ið ynskja at verða skrásettir á grundstykkjalista kommununnar, skulu rinda eitt gjald (depositum) á 2.500 kr.
Skriv er farið út til allar umsøkjarar á listanum, har kunnað varð um broytingina og at goldið skuldi verða innan 20. des. 2013. Harumframt er áminningarskriv fari út til allar umsøkjarar á listanum, har kunna var um, at tey, sum ikki hava goldið, verða strikaði av listanum.
Um viðmerkingar eru til omanfyristandandi, kunnu tygum venda tygum til Klaksvíkar Kommunu innan 3. feb. 2014.




