Leygardagin tann.18. og 20.mai 2013 verður FM kappingin, fyri eldru bólkarnar í amboðsfimleiki. Føroyameistari skal finnast hjá kvinnuunglingum, kvinnum, dreingjum, mansunglingum og monnum. Kappingarnar vera í Fimi og byrja verður kl.14.00 báðar dagarnar.

Fyrra dagin verður tað tann, sum er bestur í øllum amboðum samanlagt, sum vinnur, meðan seks teir bestu íðkararnir, í hvørjum amboðið sær, sleppa víðari til seinna dagin. Tann seinna dagin eru amboðsfinalurnar fyri einstaklingar í FM-eldri í hvørjum amboðið sær.
Feløgini sum eru til kappingina eru Fimleikafelagið Ljósið, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Støkk.
Kappast verður í øllum amboðunum. 4 amboð á kvinnusíðuni og 6 á mannfólkasíðuni.