Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunning um grindina í Havn

Tíðindaskriv

Ein grind legði beinini í Sandagerði í kvøld. Grindin varð funnin í Nólsoyarfirði um tíggjutíðina. Talan er um eina hampiliga stóra grind – hon er mett til 100 hval.

Grindin verður nú førd yvir á Vestaru Bryggju. Hon verður merkt og mett. Seinni fara sýslumaðurin og umsitingin í Tórshavnar kommunu undir at gera býtið.

Nærri boð um, nær seðlarnir koma út, verða løgd á torshavn.fo og á síðuna hjá Tórshavnar kommunu á Facebook.

Tá ið seðlarnir eru klárir, rópar borgarstjórin nøvnini upp við Magn á Vestaru Bryggju. Talva verður sett upp við grindabýtinum.