Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunningar- og kjaktiltak fyri skúlastýrislimir

John William Joensen

Leygardagin 2. november 2013 skipar Foreldrafelagið Heim & Skúli fyri felags tiltaki fyri allar skúlastýrislimur. Tiltakið verður í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn frá kl. 13 til 15.30.

Leygardagin 2. november 2013 skipar Foreldrafelagið Heim & Skúli fyri felags tiltaki fyri allar skúlastýrislimur. Tiltakið verður í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum í Havn frá kl. 13 til 15.30.


Er samsvar millum krøvini til skúlastýrini og tað, sum tey í veruleikanum fáast við. Hvørjar eru heimildirnar, hvørji eru ábyrgdarøkini og hvat verður væntað av skúlastýrunum. Hvør er leikluturin hjá foreldrum og hjá lærarum. Hetta eru spurningar, sum Foreldrafelagið Heim og Skúli fer at taka upp á kunningar- og kjaktiltaki leygardagin 2. november.

Á fundinum vera upplegg og síðani kjak. Eitt umboð fyri Mentamálaráðið fer at kunna um ábyrgd og heimildir hjá skúlastýrum. Eitt umboð fyri Námsvísindadeildina fer at greiða frá, hvat lærarar læra í útbúgvingini um teirra leiklut í samstarvinum millum heim og skúla. Umboð fyri Heim og Skúla fara við støði í spurnarkanning, sum júst er gjørd, at greiða frá, hvat skúlastýrini kring landið í praksis fáast við og annars kunna um virksemið hjá felagnum.

Harafturat fer felagið at kunna um ymisk mál, sum samskifta við myndugleikarnar um í løtuni, m.a. um hvussu myndugleikarnir arbeiða fyri at sleppa undan trupulleikunum, sum vóru í sambandi við talgildu próvtøkurnar 2013, um úrslitini frá landsroyndunum, sum koma alt seinni út og um prinsipiella spurningin um, hvørt myndugleikar skulu rinda fyri øll undirvísingaramboð ella um nakar skyldur kunnu áleggjast foreldrum.

Ætlanin er at gera eina roynd at skipa fyri økissamstarvi millum skúlastýri fyri at styrkja um vitanarspjaðingina millum skúlastýrini.

Tiltakið verður í auluni á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) á Frælsinum í Havn frá kl. 13 til uml. kl. 15.30. Tiltakið er serliga ætlað øllum skúlastýrislimum kring landið, men onnur áhugað eru eisini væl komin.

Foreldrafelagið Heim & Skúli