Týskvøldi 19. november kl.1900 skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri einum einastandandi spennandi kvøldi, í Mullerspakkhúsið ið jú var eitt av fyrstu felagshølunum hjá froskmannafelagnum.
Týskvøldi 19. november kl.1900 skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri einum einastandandi spennandi kvøldi, í Mullerspakkhúsið ið jú var eitt av fyrstu felagshølunum hjá froskmannafelagnum. Har Heri Mørkøre ein av stovnarunum av froskmannafelaginum kemur, at greiða frá um kavingina tá í 50´unum og søguna aftanfyri froskmannafelagið. Heri fer eisini at vísa myndir frá fyrstu tíðini hjá felagnum og greiðir frá hvussu tað var at kava tá. Harumframt sleppa tey ið møta, at sígga kavaraútgerð frá fyrstu tíðini hjá felaginum og okkurt gott verður eisini at fáa. Tiltakið er ókeypis og øll ið eru áhuga eru meir enn vælkomin til hugnakvøldi týskvøldið kl.1900.
Á myndini omanfyri síggja vit ein ungan Hera Mørkøre longst til vinstru á myndini saman við øðrum góðum monnum.




