Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnu als ikki ímynda okkum ræðuleikan

Oliver Joensen

Nakað soleiðis tók Jógvan Gerðalíð til í røðu síni, sum hann helt við hátíðarhaldið í 95 tá 250 ár vóru liðin síðani fyrra skalvalopið í Gerðum.

Í ár eru liðin 250 ár síðani seinna skálvalopið og harvið 270 ár síðani tað fyrra. Norðistovubáturin eisini á grækarismessu, tað var í 1910, so tað eru 105 ár síðani tað vanlukkuna.

Í morgin á grækarismessu eru liðin 70 ár síðani minningarsteinur varð reistur uppi á grundum, tað var Robert Joensen, sáli, sum ”tosaði hetta upp í lag”, segði Jógvan Gerðalíð við hátíðarhaldið í 95.

Í annaðkvøld, hóskvøldið kl. 20,00 minnast vit skalvalopini í Gerðum.

Skráin verður á leið hendan:

Karl Heri Joensen, bóndi bjóðar vælkomin,

Vit byrja við at syngja Vár við líggjum vindi eftir Símin á Skarði og Jógvan Waagestein.

Andras Sólstein, heldur fyrilestur.

Eyð Matras greiðir frá leiki sínum ”Í mínum hondum”.

Takk: Karl Heri Joensen.

At enda, sangur: Boðar tú til allar tjóðir , eftir Jóannes Patursson

Aftaná verður kaffi at fáa

Tað er Alex Sólstein, ið situr við klaverið í annaðkvøld.

Øll eru hjartaliga vælkomin, tiltakið er ókeypis.

Norðoya Sparikassi stuðlar tiltakinum

Harleyfacadeacryl