Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnu landsstýrismenn reklamera fyri fyritøkur?

John William Joensen

Tað er fyrispurningur sum løgmaður skal svara nú Bjarni Djurholm hevur lati seg brúkt í lýsingarherferð hjá privatari fyritøku

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann. Viðvíkjandi landsstýrismanni og reklamuarbeiði fyri privata fyritøku. 



1. Hvønn politikk hevur løgmaður á økinum viðvíkjandi landsstýrismonnum og reklamuarbeiði fyri privatar fyritøkur og almennar stovnar/ráð? 



2. Hvønn týdning heldur løgmaður tað kann hava fyri kappingina millum fyritøkur í landinum at landsstýrismaður fer aktivt inn í reklamuarbeiði hjá ávísari fyritøku? 



3. Skulu vit vænta at landsstýrismenn í framtíðini fara at kunna hava reklamuarbeiði við síðuna av landsstýrisarbeiðinum, um ikki hvørji stig ætlar løgmaður at taka til tess at steðga hesum? 



Viðmerkingar:

Haldi tað hevur prinsipiellan týdning at fáa avklárað spurningin um landsstýrismenn og reklamuarbeiði fyri privatar fyritøkur og/ella almennar stovnar/ráð. Tað kundi verið áhugavert at fingið at vit hvønn holdning løgmaður hevur til slíkt reklamuarbeiði hjá landsstýrismonnunum, og um hann heldur hetta ger mun í kappingini millum ymsar privatar fyritøkur í landinum.



Rokni eisini við at privatar vinnufyritøkur eru áhugaðar at vit hvønn politikk løgmaður hevur á økinum, tí landsstýrismenn kunnu gerast sannur fongur hjá fyritøkum í reklamuarbeiðinum framyvir.



Í útheiminum verður hugt við strongum eygum eftir ministarum sum gera reklamur fyri fyritøkur, og er onkur “nøs” givin fyri slíkt arbeiði.



Heldur løgmaður tað vera í trá við uppgávuna sum landsstýrismaður at gera reklamuarbeiði fyri fyritøku og um ikki hvørji stig fer løgmaður so at taka til tess at forða fyri slíkum í framtíðini.



Spurningurin skal ikki tulkast sum nakað annað enn hann í veruleikanum er, ein reinur prinsipiellur spurningur um landsstýrismenn og reklamuarbeiði.







(“I efteråret sluttede miseren med at Statsministeren gav Helge Sander en næse.



»Det er min opfattelse, at ministre bør være tilbageholdende med at indgå i reklamemæssige sammenhænge,« sagde Anders Fogh Rasmussen dengang.”)





Heidi Petersen