Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnu samstarva um tunnilsgjaldið

Helgi Abrahamsen

“Eg vildi trúð, at um tað framvegis verður gjald fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, so burdi tað verið natúrligt at havt eina felags innkrevjing.” Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í verandi undirsjóvartunlum.

“Eg vildi trúð, at um tað framvegis verður gjald fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, so burdi tað verið natúrligt at havt eina felags innkrevjing.” Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í verandi undirsjóvartunlum. Vit hittu hann í einum av bussunum, sum koyrdu fólk á Strondum, í sambandi við at fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin varð latið av.

“Tað hevði gjørt tað lættari fyri fólk, um sama haldið hevði verið galdandi fyri allar tunlarnar,” sigur Uni.

Spurdur um hann roknar við at gjaldi í verandi tunlum fer at halda fram, eftir at teir eru útgoldnir, sigur hann, at hann veit ikki, hvussu tað verður við tí.

“Eg plagi at siga soleiðis, at tað skal gjaldast, tí ókeypis verður tað ongantíð. Spurningurin er bara, hvør skal hava rokningina – skulu vit krevja tað inn, ella skal tað inn yvir skattin, tað er tað, sum er spurningurin,” sigur hann.

Uni Danielsen sigur, at verandi tunnilsfeløg, fara ikki at hava nakað við Eysturoyartunnilin at gera, so leingi sum arbeiði við at gera tunnilin er í gongd.

“Men vit hava gott samskifti við teir – teir hava havt ymiskar spurningar, og vit hava nakrar royndir, sum vit hava kunna latið víðari til teirra, og tað hevur virkað sera væl,” sigur hann.

Tunnilsbólkurin, sum virkar fyri at fáa bummgjaldið í Vágatunnlinum burtur, hevði fund týskvøldið. Har var samtykt at geva landsstýrinum eina freist til 1. mars fyri at koma við eini loysn á spurninginum um tunnilsgjaldið.

Les meira um tað málið her.