Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnu seta navn á 9 av 10 venjarum

Jákup Ósá

 Í Norðlýsinum í dag hava vit sett navn á 9 av 10 venjarum í Effodeildini 2014.

Siga vit, at TB ikki verður eitt av liðunum í Effodeildini 2014, so kann navn setast á 9 av 10 venjarum í Effodeildini 2014. Í fleiri feløgum er eingin undirskrift komin enn og smálutir mangla í, men tað tykist vera rættuliga upplagt útfrá samrøðum her á síðuni seinastu tvær vikurnar og eisini í blaðnum, hvør verður venjari í 9 av 10 liðum. Bara í AB stendur spurningurin enn púra opin fyri almenninginum, hvør tekur yvir hjá Sámal Erik Hentze sum mest sannlíkt tekur yvir í B36, sum Norðlýsið skrivaði fyri knappari viku síðani.

Norðlýsið kom í hvørt hús í norðoyggjum og eysturoynni í morgun.