Fáa gentur 17 a hjá Stjørnuni stig, tá tær í kvøld á heimavølli leika móti VÍF, gerast tær meistarar. Tað gjørdist greitt, eftir at tær í gjárkvøldi í næstseinasta umfarinum vunnu 17-14 á H71 a, sum hevur verið ein kappingarneytunum til meistaraheitið.

Støðan undan seinasta umfarinum er tann, at Stjørnan liggur á odda við 32 stigum, Neistin b er nr. 2 við 30 stigum og á triðja plássi er H71 a við 26 stigum. Um Stjørnan vinnur ella leikar javnt í kvøld, eru tær meistarar.
Mótstøðuliðið hjá Stjørnuni í kvøld VÍF liggur á 7. plássi við 12 stigum. Stjørnan má tí metast at vera greiður favorittur til at vinna dystin.
Fær Stjørnan stig í kvøld, so gerast tær, sum nevnt, meistarar. Um so verður, so verður steypa- og heiðursmerkjahandan eftir dystir.
Dysturin byrjar kl. 18:00.