Sitið tíðum og ”filosoferi” yvir, hvørjir møguleikar eru fyri, at perlur okkara, ”Útoyggjarnar”, ikki gleppa okkum av hondum, so tær í framtíðini, bert vera fólkatóm sker?
Sitið tíðum og ”filosoferi” yvir, hvørjir møguleikar eru fyri, at perlur okkara, ”Útoyggjarnar”, ikki gleppa okkum av hondum, so tær í framtíðini, bert vera fólkatóm sker?
Niðurstøðan er næstan altíð fígging. Vit vera neyvan nakrantíð so samhaldsføst. At vit orka (ella unna) hesum medborgarnum okkara – so stóran part av fíggjar-køkuni – at tey koma at yvirliva.
Onkuntíð koma tó hugskot upp, sum geva tær eina vón um, at møguliga er her, eitt hálmstrá, at hongja seg í.
Tá Landsverk 2012 kom við møguleikanum, at gera ”Rennistrong” av Viðoynni til Svínoynna, og ein av Svínoynni til Fugloynna, segði eg beinanvegin, at her er ein møgulig loysn?? Royndi at ”argumentera” við fleiri um ”projektið. Næstan øll negativ. Dømdi tað niður og norð.
Kendi hetta væl aftur. Minnist tá vit fóru at arbeiða fyri føstum sambandi um Hvannasund – nøkur og 90% rásandi og ímóti. Í dag reypa – tá harðastu mótstøðumenn – alment í miðlunum – um hetta velduga frambrot.
Tá fyrstu ferð tosað var um undirsjóvar berghol? Stórt fleirtal negativ og ímóti. Sigst, at tey – sum tá mótmæltu í miðlunum – nú stórt sæð, ikki sita á reyvini. Tráða bert at sleppa til Havnar.
Eri yvirbevístur um, at rennistrongur til Svínoy og Fugloy, hevði verið stórt frambrot. Regluligt, trygt og gott samband.
Fólk kundu búleikast har, og havt vinnu á øðrum støðum Fyri lønsama ferðavinnu, kundi hetta verið so stórt frambrot, ið ilt er at meta um.
Fíggjarliga eigur hetta at vera ein loysn – sum fíggjarligu vælbjargaðu Føroyar – eiga at kunna lyfta.
Vóni at myndugleikar – kommunalir og lands – fara undir at kanna um hetta hugskot, ikki er vert, at taka upp til eina ”seriøsa” viðgerð??
Vinarliga
Absalon í Buð




