Vantandi arbeiðsorka er ikki ein umbering, sum kommunur kunnu borðreiða við, tá tær ikki hava stundir at avgreiða umsóknir um alment innlit.
Kunoyar kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri drúgva og jánkaliga viðgerð, tá hon fekk eina umsókn um innlit í fýra mál hjá kommununi.
Umsóknin var frá einum bygdaráðslimi, sum eisini bað um innlit sum borgari í kommununi. Meira enn tríggir mánaðir gingu til umsøkjarin fekk svar. Eftir lógini um alment innlit eiga umsøkjarar at fáa at vita innan 10 dagar, hví teir ikki hava fingið svar, og nær svarið kann væntast.
Kommunan umbar seg við millum annað vantandi arbeiðsorku, men hesa frágreiðing góðtekur Umboðsmaðurin ikki. Kommunan kann heldur ikki umbera seg við, at umsóknin um innlit var ikki nóg greið. Tí fyrisitingarlógin sigur, at kommunan eigur at hjálpa umsøkjarum, so kommunan greitt fær at vita, hvat umsøkjarin biður um.
Kelda: UF.fo




