Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kurt Mørkøre: Stoltleikin at umboða KÍ má skína ígjøgnum

Jákup Ósá

KÍ legendan fylgir væl við gongdini í KÍ og heldur, at tað sær sera spennandi út í løtuni.

KÍ legendan fylgir væl við gongdini í KÍ og heldur, at tað sær sera spennandi út í løtuni.

Sunnudagin spæla HB og KÍ landskappingardyst í Gundadali. Núverandi KÍ lið verður av teimum flestu ikki mett at hava stórvegis møguleikar fyri at vinna dystin. Norðlýsið hevur vent sær til ein av serfrøðingunum í at vinna á HB. Tann nú 44 ára gamli Kurt Mørkøre, sum seinastu árini hevur búð í Noreg, hevur avgjørt minst tríggjar tættar og avgerandi dystir móti HB í seinastu minuttunum umframt aðrar dystir.

Í gjár vísti Norðlýsið dystin í 2002, tá Kurt var leikandi venjari hjá KÍ og sjálvur avgjørdi dystin í yvirtíðini. Hann minnist dystin soleiðis:

– Eg minnist væl handan dystin. Vit koma á odda, men HB javnar. So seti eg meg sjálvan og Harley inn, tí vit vildu vinna dystin. Sum venjari fari eg altíð inn fyri at vinna dystin, og so skoraðu vit báðir. Hatta var eitt ár, har vit byrjaðu uppá nakað nýtt og góvu ungum leikarum sum t.d. Atla Danielsen og Hjalgrím Elttør møguleikan. Tað sá gott út, men so datt tað frá hvørjum øðrum. Men nú sær tað aftur spennandi út, sigur Kurt Mørkøre úr Noregi við Norðlýsið. Í løtuni er Kurt venjari hjá 3.deildarliði tætt við, har hann býr.


Fylgir væl við KÍ

Hóast Kurt ikki hevur verið í Føroyum í fleiri ár, so fylgir hann væl við gongdini í KÍ.

– Eg fylgi mest sum bara við KÍ í føroyskum fótbólti, og har fylgi eg væl við. Har sær lovandi út við nógvum ungum leikarum. Klaksvíkingar eiga at vera stoltir av hesum lokala liðinum. Men eg haldi ikki, at aldursamansetingin er nøkur forðing fyri góðum úrslitum. Hygg t.d. eftir KÍ í 1991. Tað líktist, sigur Kurt Mørkøre.

HB dysturin

Hann hevur sjálvur verið við til at gjørt av við HB fleiri ferðir – sum brotini niðanfyri vísa – og spurningurin er so, hvat skal til, fyri at dagsins KÍ lið skal koppa HB, sum liðið hevur havt trupult við síðani 2011, tá HB lá í botninum.

– HB hevur ofta eina góða verju og ein góðan miðvøll og so álopsleikarar, sum skora mál. Hjá KÍ er umráðandi í slíkum dystum, at liðið hongur væl saman. Og so skulu einstaklingar avgera slíkar dystir. Teir eldru mugu vísa vegin og læra teir ungu at vísa vinnaravilja. Tí eru leikarar sum Meinhardt, Atli, Heðin og Hjalgrím sera týdningarmiklir og m.a. Páll eigur at kunna skora málini. Og so koma nógvir ungir leikarar afturat, sum eg skilji á fólki eru rættuliga góðir leikarar. So fortreytirnar fyri at fáa eitt gott úrslit eru avgjørt til staðar, sigur Kurt.


KÍ stoltleikin

Kurt er ikki í iva um, at leikararnir mugu liva upp til og venja seg við krøvini sum ein KÍ leikari altíð hevur.

– KÍ eigur at spæla góðan álopsfótbólt, har fysiski formurin eisini má vera í lagi. Og so má ein stríðsandi og vilji allatíðina skína ígjøgnum. Tað má vera ein stoltleiki sum KÍ leikari at umboða Klaksvík og norðoyggjar, og hetta má lýsa ígjøgnum. Tí tá tú umboðar KÍ, so má krav vera sett uppá, at tú ert góður hvønn dyst. Leikararnir mugu eisini tola, at krøv vera sett til teir. Hetta fæst m.a. við at bara hugsa um sítt spæl og menna seg sjálvan. Øll hesi tingini mugu gerast til venjing fyri at fáa tey uppá pláss, sigur Kurt Mørkøre.

At enda sigur hann, at sum leikari mást tú hugsa um, hvat tað er fyri eitt felag, tú leikar við. Tí hendan møguleikan fáa fáir leikarar.

– KÍ hevur jú nógv bestu og flestu áskoðarar í landinum og tí er tað fantastiskt at spæla við KÍ, sigur hann at enda við Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl