Fríggjakvøldið 13. juni byrjar eitt spennandi dansitiltak í Skálanum í Klaksvík.
Tiltakið hevur til endamáls at savna pengar inn til ferðina til Barnlek 2008 í Norra, har eini 100 børn úr Føroyum fara at luttaka.
Tiltakið byrjar við almennum føroyskum dansi í Skálanum fríggjakvøldið 13. juni kl. 21. Har eru øll ið hava áhuga hjartaliga vælkomin, bæði børn, ung og vaksin.
Tiltakið heldur fram leygardagin 14. juni. Tá verður fiskibrunnur, tombola o.a. Um viðrar verður farið í Vágstún at dansa eisini.
Meiningin er sostatt, at tiltakið skal vara í eitt heilt døgn. Har verður dansað, undirvíst í dansi, fyrilestrar um føroyskan dans og um terping av kvæðum, umframt fiskibrunn og tombola o.a.
Fyrireikarnir vóna, at nógv fólk koma til tiltakið. Tiltakið er ætlað øllum, ið hava áhuga í føroyskum dansi og hava hug at læra eitt sindur meira um føroyskan dans og kvæði.




