Einasta framførslan hjá Týr í Føroyum í summar verður á Summar Festivalinum í august
Rockbólkurin Týr er nakað heilt fyri seg – ikki bert í føroyskum tónleiki, men eisini í altjóða rocktónleiki.
Týr við gomlu kvæðamentanin og norðurlendsku gudalæruna funnið sítt heilt egna slag av rocktónleiki, og kvæðarockurin er so serstakur og sterkur, at eisini úti í heimi eru boð eftir Týr.
Tað er nógv hent, síðani Týr fekk sítt heimliga gjøgnumbrot í Prix Føroyar tónleikakappingini í 1999. Ormurin Langi tók tá alt Føroya land við stormi, og síðani hava aðrir sangir gjørt tað sama. Árini eru gingin síðani, og Týr hevur støðugt ment seg hesi árini. Tónleikurin er betri og sterkari enn nakrantíð, og útgávurnar frá bólkinum eru á altjóða støði.
Týr spældi á Summar Festivalinum í 2004 og 2005, men vóru uttanlands í fjør. Ætlanin var heldur ikki, at Týr skuldi spæla í Føroyum í summar, men ein lítil broyting í teirra skrá hevði við sær, at teir kundu koma á Summar Festivalin í august mánaði. Framførslan á Summar Festivalinum verður tann einasta framførslan hjá Týr í Føroyum í summar.




