Leygardagin 27. oktober kl. 15 skipa Sláið Ring og Norðurlandahúsið fyri kvæðastevnu í Norðurlandahúsinum.
Á skránni eru fyrilestrar og føroyskur dansur. Norski professarin Egil Bakka heldur tveir fyrilestrar. Hin fyrra nevnir hann: Færoysk dans i historisk perspektiv og hin seinna: Minder fra indsamling på Færøyene på 1970 åra.
Til so stórt kvæðatiltak, har roknast kann við, at fitt av fólki kemur, verður sjálvandi eisini dansur á skránni.
Tiltakið er alment og ókeypis.
Skráin sæst á heimasíðunum hjá Sláið Ring sr.fo og Norðurlandahúsinum nlh.fo.




