Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvartettin í Betesda til Nashville

John William Joensen

Leysatíðindi hava gingið um, at tann í 70-unum so væl kenda Kvartettin í Betesda er á veg í studio til innspæling av nýggjari útgávu. Hervið kann váttast, at hetta als ikki eru leysatíðindi, tí tann 5. september í ár seta teir seg í flogfarið á veg til Nashville í USA. Tað er Eyðun Jacobsen, ið samskipar ferðina og samstarvið við studio, ið er tað sama, ið hann sjálvur hevur samstarvað við í smb. við tær báðar útgávurnar hjá góspelbólkinum Zamar, sum hann er partur av. Jógvan Mortensen stendur fyri sangvenjingunum og er við í ferðini, meðan professionellir amerikanskir tónleikarar skipa endaliga tónleikin. Røddirnar vera eisini tiknar upp í USA har eisini ljóðbland og mastring verða gjørd.

Byrjan

Kvartettin byrjaði at venja á heysti í 1968, og sungið varð á fyrsta sinni til nýggjársveitslu í Betesda sama árið. Í kvartettini vóru tá Gerhard Tróndheim, Ólavur Jøkladal, Jóannes á Váli og Árni Jacobsen – ungir dreingir frá 15-17 ár. Síðani hevur manningin skift til, at umframt Gerhard og Árna syngja í dag Steinbjørn Jacobsen, Oddmar Marsten og Sámal Johannesen í kvartettini. Ein kvartett við 5 sangarum kann tykjast misvísandi, men kemur hetta av broytingum í 70-unum, tá onkur fór av landinum at lesa og annar loysti av, men allir hava síðani tá hingið við, og tá ein av sangarunum í dag er siglandi, er talið við hvørt 4 og við hvørt 5.

Tónleikaútgáva

Í fyrstuni var navnið bara Kvartettin, men tá bólkurin í 1975 gav út LP-plátu og kasettuband – samanlagt 18 sangir – varð gjørt av, at navnið skuldi vera Kvartettin í Betesda, og soleiðis kalla teir seg tann dag í dag. Tónleikarar til útgávuna í 1975 vóru Jógvan Mortensen, Leif Mortensen, Eyðun Jacobsen og Andreas Hvannastein, og áðrenn og aftaná hava aðrir verið við í fylgispælinum.

Kvartettin í Betesda hevur í tíðarskeiðum verið sera virkin og hevur ferðast nógv innanlands til møti og tiltøk og var í 1977 eisini eina ferð í Danmark og Svøríki í somu ørindum. Aðrar tíðir hevur verið longri ímillum sangirnar.

Jubileumsútgáva

Gjøgnum árini hevur verið borið upp á mál at gera 30 árs og 40 árs jubileumsútgávu, men tíðin er komin og farin, uttan at tað hevur verið til nakað. Hetta gerst nú veruleiki, nú kvartettin fyllir 45 ár. Spurdir um hetta stig, verður sagt, at tað ikki júst er fyri at gera eitt sokallað come back, men heldur fyri at leggja enn eitt klípi aftrat tí glaða boðskapi, ið Kvartettin í Betesda hevur borið við sangi í skjótt 45 ár. Í dag er tann yngsti 60 og tann elsti 73 ár og still going strong.

Fløgan kemur út seinni í heyst.