Týsdagin 4. apríl skipaði Kringvarp Føroya fyri almennum kjakfundi. Uttan at útdýpa innhaldið, sótu nógv við einari kenslu av, at Kringvarp Føroya ikki røkti sína Public Service skyldu, tí tey spardu deyvamálstulkin burtur.
Týsdagin 4. apríl skipaði Kringvarp Føroya fyri almennum kjakfundi. Uttan at útdýpa innhaldið, sótu nógv við einari kenslu av, at Kringvarp Føroya ikki røkti sína Public Service skyldu, tí tey spardu deyvamálstulkin burtur. Hetta gjørdist sjónligt, tá Maria Ellefsen Næss setti politikarunum spurningar á deyvamáli. Tíverri kom KVF ikki við nakrari frágreiðing um, hví eingin deyvamálstulkur var, men spurningurin hevur so stóran týdningin fyri fólkaræði, at eg vildi ikki lata hann standa ósvaraðan. Tískil setti eg landsstýrismanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, nakrar spurningar, sum nú eru svaraðir.
KVF hevur skyldina
Hvør hevur ábyrgdina av deyvamálstulki, tá KVF skipar fyri almennum kjakfundum?
Sambært landsstýrismanninum við mentamálum, Bjørn Kalsø, er eingin ivi:
”Tá Kringvarp Føroya skipar fyri almennari kjaksending, er tað ábyrgdin hjá stovninum at veita teknmálstulk, um hetta verður mett ynskiligt. Á kjakfundinum 4. apríl var møguleiki fyri at brúka teknmálstulk sum eina tænastu fyri deyvum áhoyrarum á staðnum. Harumframt var sjálvsagt møguligt at veita deyvu sjónvarpshyggjarunum teknmálstulk, antin samstundis ella í eini endursending av kjakinum. Mentamálaráðið hevur eina játtan til teknmálstulking av sendingum í Kringvarpi Føroya, sum verður brúkt til at rinda fyri rokningar, sum Teknmálstulkatænastan sendir fyri tænastur sbrt. public service-sáttmmálanum, punkt 5.2.8, sum spyrjarin vísir til. Mentamálaráðið leggur seg ikki út í, hvørjar sendingar ella hvørji tiltøk verða tulkað. Kringvarp Føroya rindar sjálvt fyri at framleiða teknmálstulkaðar sendingar av vanliga rakstrinum. Tað er tí neyðugt við góðum samstarvi millum áhugabólkin ella Deyvafelagið og Kringvarpið, so játtanin til teknmálstulking verður gagnnýtt á bestan hátt.”
Fíggjarligar trupulleikar
Tað er eingin loyna, at KVF hevur havt fíggjarligar trupulleikar seinastu árini. Tískil kundi tað hugsast, at tey ikki høvdu fíggjarligaorku til deyvamálstulk, hóast Public service sáttmálin áleggur teimum tað. Tíverri fyri KVF, er tað ikki kostnaðurin av deyvamálstulki, ið koppar fíggjarætlanina. Sambært svarinum frá mentamálaráðharranum, kostar deyvamálstulkur:
”500 kr./t., tó 600 kr./t. halgidagar og vikuskifti.”
Sendingin vardi í góðar tveir tímar. Sostatt var samlaði kostnaðurin uml. kr. 1000.
Avleiðingar?
Hevði hóming av, áðrenn spurningurin varð settur, at KVF ikki røkti sína skyldu. Hví KVF sýnir deyvum so lítla virðing, skilji eg ikki. Stovnurin skal til eina og hvørja tíð røkja áhugamálini hjá almennu Føroyum. Bæði tá tað kemur til óheftan tíðindaflutingin, men sanniliga eisini, tá tað kemur til fólkaræði. Hetta er uppgávan, ið Løgtingið hevur ásett stovninum.
Tískil setti eg mentamálaráðharranum, Bjørn Kalsø, ein ítøkiligan spurning.
Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað við leiðsluna í KVF, tá teir ikki røktu sína skyldu sambært § 5.2.8 í public service sáttmálanum?
Sambært svarinum frá mentamálaráðharranum, sleppur leiðslan í KVF við ávaring:
”Eg havi gjørt greitt at eg avgjørt haldi, at ásetingin í public service-sáttmálanum skal haldast, t.e., at tíðindasendingar skulu teknmálstulkast, og at tænastur til deyv og hoyriveik skulu styrkjast… at partarnir samstarva væl, og eg fari í næstum eisini at taka hetta upp við kringvarpsleiðsluna í sambandi við, at public service-sáttmálin skal endurskoðast.”
Ongantíð aftur
Niðurstøðan hjá mentamálaráðharranum, Bjørn Kalsø, er klokkuklár: KVF røkti ikki sína skyldu. Teir droppaðu deyvamálstulkin. Eg skilji ikki avgerðina. Tað er óvirðiligt. Púrasta óneyðugt. Og tað skal ongantíð henda aftur. Vónandi tekur leiðslan í Kringvarpinum kritikkin til eftirtektar, tí tað er ógvuliga óheppið, tá ein samfelagsbólkur verður útihýstur á slíkan hátt.
Hanus Samró
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin




