Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KvF og Miðlahúsið fáa rættleiðing – men ikki átalu

Helgi Abrahamsen

Fjølmiðlanevndin hevur gjørt niðurstøðu í málinum um skattamálið hjá Eik, sum Miðlahúsið og Kringvarpið viðgjørdu saman. Nevndin vil ikki átala Miðlahúsið og KvF, men rættleiðir kortini báðar miðlarnar.

Fjølmiðlanevndin hevur gjørt niðurstøðu í málinum um skattamálið hjá Eik, sum Miðlahúsið og Kringvarpið viðgjørdu saman. Nevndin vil ikki átala Miðlahúsið og KvF, men rættleiðir kortini báðar miðlarnar.

Fjølmiðlanevndin sigur, at miðlarnir kundu vanda sær betur um orðavalið og heldur tað vera óhóskandi, tá Miðlahúsið nýtti orðið “skattasnýt” ella gav lesaranum fatan av, at talan var um skattasnýt.

Eina líknandi heilsan fær Kringvarpið eisini frá Fjølmiðlanevndini. Nevndin hevur heft seg við, at Kringvarpið í sendingin um skattamálið rak framundir, at Eik við snildum hevur fingið TAKS at játta ein frádrátt. Nevndin viðmerkir eisini, at sendingin hjá Kringvarpinum kann tykjast eitt sindur eintáttað, tí talan er um fáar keldur og ongar keldukritiskar spurningar, og sendingin tykist at reka framundir, at Eik hevur tikið sær frádráttin av órøttum.

Í báðum niðurstøðum vísir Fjølmiðlanevndin á, at miðlarnir hvørki kunnu ella skulu taka støðu til um Eik hevur rætt til frádráttin, ella um Eik tilvitað hevur tikið frádráttin av órøttum, tí hetta er framvegis ikki staðfest.

”Men grundarlag er hjá miðlunum at seta spurnartekin við hetta,” sigur Fjølmiðlanevndin.