Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KVF skal vera fyri øll, eisini fólk, sum bera brek

Edva Jacobsen

Støðan skal gerast enn betur viðvíkjandi atkomu til sendingar hjá Kringvarpi Føroya hjá fólki, sum bera brek.

Innan hettar økið manglar nakað í enn at liva upp til ST-sáttmálan, grein 30., sum m.a. inniheldur atkomu til kringvarp.

Public Service-sáttmálin

Sambært Public Service sátmálanum skulu sendingar, ið hava stóran samfelagsáhuga og týdning, í størri mun tekstast og /ella teknmálstulkast. Eitt nú eiga valsendingar í sambandi við løgtingsval at verða tekstaðar og teknmálstulkaðar.

Eisini stendur í sáttmálanum, at tænastur til deyv og tunghoyrd skulu styrkjast.

Øll eiga atgongd til KVF-sendingar

Málið skal vera, at bæði deyv fólk og tey, sum hava ringa hoyrn, skulu hava atgongd til allar sendingar, ið KVF sendir.

Miðvíst arbeiða víðari innan brek-økið og uppfylla ST-sáttmálan

Latið okkum halda fram við at arbeiða fram ímóti at halda tað, sum Føroya Løgting hevur bundið seg til, við at seta ST sáttmálan um rættindi hjá teirra, ið bera brek, í gildi í Føroyum.

Tann jaliga gongdin innan økið má halda fram.

Edva Jacobsen, løgtingskvinna

Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið

Harleyfacadeacryl