Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KVF søkir nú eftir tíðindaleiðara

Tíðindaskriv

Søkt verður eftir bæði tíðindaleiðara og avloysara fyri deildarleiðaran á Mentan, sum er í farloyvi. Ætlandi verða størvini sett í fyrru helvt av mai mánaða

Sambært starvsprofilinum skal nýggi tíðindaleiðarin vera við til at endurorða tilverugrundarlagið undir deildini, soleiðis at deildin kann menna kritiska journalistikkin og gerast betri at koma kring landið og harvið kennast viðkomandi fyri allar føroyingar. Eisini skal deildarleiðarin menna kjaksendingarnar í Kringvarpinum, soleiðis at bólkar í samfelagnum ikki kenna seg yvirsæddar ella gloymdar.

Kringvarpið hevur ikki havt tíðindaleiðara í føstum starvi, síðan Heini Gaard tók við sum virkandi tiðindaleiðari eftir Liljuna Weihe í desember 2017. Stívliga 20 fólk arbeiða á Aktuelt-deildini í Kringvarpinum.

Leiðarin á Mentan skal menna deildina til at møta nútíðarkrøvum um innihald

KVF hevur ein týðandi leiklut at miðla og mynda føroyska mentan. Miðlalandslagið broytist alla tíðina, og nýggjar avbjóðingar stinga seg upp. Tí skal Mentanardeildin í KVF menna og tryggja eitt breitt útboð av sendingum, sum lýsa margfeldið í føroyska samfelagnum. Mentan ger eitt nú dokumentarsendingar, átrúnaðarsendingar, søguligar og siðsøguligar sendingar, tónleikasendingar og sendingar til børn og ung. Eisini hoyra stóru beinleiðis sendingarnar Góðan Morgun Føroyar og Nón undir Mentan.

Kári Sólstein er í løtuni virkandi leiðari á Mentan fyri Barbaru Samuelsen, sum er í farloyvi. Avloysarastarvið verður nú lýst leyst, og starvstíðin er til 31. oktober 2020. Stívliga 20 fólk arbeiða á Mentan.

Harleyfacadeacryl