Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvikk afturkomin av Flemish Cap

Jákup Ósá

Kvikk landar í morgun 280.000 pund á Kósini.

Hetta er næsti túrur hjá Kvikk á Flemish Cap í ár. Hesin túrurin var nakað longri enn seinast, men framvegis er talan um góðan túr, nú Kvikk hevur fulla last 2.túrin á rað. Nærum øll veiðan er toskur. Kvikk landar til Kósina, sum eisini tekur sær av landingini. Skipari hendan túrin var Tommy Sivertsen.