Ídag avreiðir línubáturin Kvikk um 170.000 pund undan Íslandi. Tommy Sivertsen, skipari sigur, at tað er mest longa, hýsa, toskur og brosma, sum Kvikk hevur hendan túrin. Vit hava verið á Inolfshøvda og Moyragrunninum og hava viska í knapt 12 samdøgur, so vit kunnu ikki lata illa at veiðuni hendan túrin.
Víðari sigur Tommy Sivertsen, skipari, at Kvikkur hevur havt nakað av tekniskum trupulleikum í ár, sum hava tarna teimum eitt sindur, annars heldur hann, at fiskiskapurin við Føroyar hevur verið betur í ár enn árini frammanundan. Vit skulu ikki lata illa at, sigur hann at enda, sjálvandi kundu vit ynskt at inntøkan hjá okkum var hægri, men árið í ár hevur meira enn so verið til at liva við. 12 mans eru við Kvikki.




