Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvikk longdur

John D. Olsen

Kvikk er í løtuni í Hirtsals, har umfatandi broytingar verða gjørdar, soleiðis at arbeiðs- og liviumstøðurnar verða munandi betri hjá manningini.

Fyrr í summar fór Kvikk niður til Hirtsals fyri at fáa gjørt eina umfatandi umvæling. M.a. er hann longdur 6,6 metrar. Harumframt er eitt kúlustevni sett á skipið, soleiðis at samlaða økingin á kjølinum er 8,4 metrar. Við hesum er Kvikk nú stívliga 35 metrar langur. Pison, sum felagið aftanfyri Kvikk eisini eigur, er, til sammetingar, 38,6 metrar langur.

Á dekkinum er nú munandi betri umstøður at arbeiða, við tað at dekkið er blivið størri. Í skúrinum er nærum øll útgerðin til at arbeiða línuna skift út; splittarin og stokkarnir eru nýggir. Hetta verður, millum línumenn, mett at lætta um arbeiðið í skúrinum.

Frammi í gron er ein nýggjur bakki gjørdur eitt sokallað hvalabak har eitt goymslu rúm til línu og aðra útgerð er gjørt, umframt at eitt proviant rúm eisini er har. Eitt nýtt frystirúm er gjørt undir bakkanum til proviant. Frammanfyri dragiholið eru tvey nýggj rúm til manningina; eitt uppihaldsrúm við sjónvarpi og aðrari nýmótans útgerð, og eitt nýtt umklæðingsrúm. Longri aftri í skipinum eru tvey nýggj manningarrúm gjørd.

Tann elektroniska hitaskipan, sum var í bátinum, er nú útskift við eina hitaskipan við oljúfýri.

Torleif Sigurdson, reiðari á Kvikki, sigur, at tankin aftanfyri umvælingina, er at betra um arbeiðs- og liviumstøðurnar hjá manningini.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt tann 9. september.

Fleiri myndir seinni.