Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnudagurin: Ribarhús var eisini karmur um framsýningina Grind í karry

Tíðindaskriv

Týskvøldið 8. mars var kvinnudagurin hátíðarhildin í einum fultsettum Ribarhúsi. Hetta var eitt kvøld um viðurkenning, inklusión og kvinnuleiklutir fyriskipað av kvinnum í Fuglafjarðar Kommunu, Ribarhúsi og Mentanarhúsinum, og sjóneykan var sett á støðuna hjá útlendskum kvinnum í Føroyum.

Ribarhús var eisini karmur um framsýningina Grind í karry, sum er ein dragandi og vøkur fotoframsýning av kvinnum og monnum, flutt til Føroyar úr 80 ymiskum londum. Í hesum sjarmerandi kørmum gjørdist tiltakið sera hugnaligt, og tað var eisini sera væl vitjað. Frammi á ‘pallinum’ stóð ein gina við vøkrum tai-føroyskum klæðum, sum Luna á Muntra í Fuglafirði hevur fingið skraddaraseymaði til sín í Tailandi.

Tær, sum luttóku, vóru kvinnur úr øllum Føroyum, í onkrum føri ættaðar úr øðrum verðaldarpørtum:

Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafirði, bjóðaði vælkomin og legði út við at tosa um undran, inklusión og møguleikar.

Síðani undirhelt Eyð Matras úr Klaksvík, í gullskóm og kongabláum kjóla, sera skemtiliga um tað at møta tí fremmanda. Hon sendi við síni framførslu ein fult løddan ”fordóms”-boomerang út sum fleyg langt út, men sum sanniliga vendi við á sýnuni og kom so singlandi aftur í høvdið á okkum, so at okkara egni veruleiki fekk ein harðan frammaná. Sumt var beinrakið á ein serliga pínligt-skemtiligan hátt, annað var forloysandi afturkennandi og stuttligt, meðan hon eisini nam við ymiskt, sum vit helst tiga burtur.

Runa Preeti úr Havn, upprunaliga úr Mauritius, sum granskar í kynið og tvørmentaðum hjúnaløgum, hugdi eftir tølunum fyri tilflyting til Føroyar, sum er meira enn tíggjufalda síðani 1985. Hon legði dent á týdningin av virðing og viðurkenning í samband við inklusión av útlendskum kvinnum. Tær fara frá einari kendari støðu til eina støðu, har tær ikki hava sama netverkið, virðingin fyri teirra royndum og útbúgving er ikki tann sama, og tað kann ávirka teirra sjálvsvirði. Málið hevur stóran týdning, eins og møguleikarnir fyri at fáa eitt arbeiði, sum teimum dámar.

Filippinska Prime Højgaard úr Runavík, hugleiddi sera livandi um hetta at vera flutt til Føroyar, um trupulleikarnar við málinum og avmarkaðu møguleikarnar at kunna fara undir eina útbúgving ella fáa rætta starvið, tá málið og mentanin eru ein avbjóðing. Prime dámar væl í Føroyum, hevur fleiri arbeiðir og hevur eftir bara 14 mánaðum lært seg føroyskt nóg væl, til at hugleiðingarnar hjá henni vóru á føroyskum, við einstøkum enskum orðum og vendingum.

Eftir hana hugleiddi tilfluttur fuglfirðingur úr Havn, Siri Tórgarð, sera rámandi um okkara egna leiklut í at fáa tilflytarar at kenna seg vælkomnar, t.d. við at vera forvitin, inkluderandi og viðurkennandi, eisini hóast vit kanska ikki altíð halda okkum hava so góðar stundir í gerandisdegnum. Millum annað nam hon við hugtakið ‘hygge-rasisma’, sum ein variantur, vit eiga at vera tilvitaði um og varin við at loyva at útbreiða seg.

Inn ímillum innsløgini undirhildu Monika Stauss Joensen, leirvíksdama úr Sveits, og Lív Hansen úr Fuglafirði við stemningsfullum violintónum. Monika tosaði eisini um hennara egnu avbjóðingar í Føroyum, har hon, hóast hon livir eitt fult og innihaldsríkt lív, saknar at kunna spæla við, tá vit føroyingar koma inn á okkara obligatoriska prát um familju og ættarbond. Hon helt, at hetta kanska eisini er orsøkin til, at hon hevur útgivið bøkur, har mentan og upphav hennara úr heimlandinum verða sett í spæl við føroyska lívið og mentanina her.

Síðani var Kristianna Winther Poulsen frá Reyða Krossi komin at tosa um nýggja integratiónsátakið Sambinding, sum er eitt stokkakvøld, har útlendskar kvinnur og kvinnur úr Føroyum koma saman til hugnaligt prát og samveru. Kristianna fortaldi, at tiltakið koyrir sera væl í Runavík og í Havn, og at tey nú fara at byrja í Klaksvík eisini. Lokalu bókasøvnini arbeiða saman við Reyða Krossi í hesi verkætlan.

Marjun Lómaklett, prestur endaði tiltakið við at hugleiða um vunnin rættindi, og eisini um, hvussu týdningamikið tað er at verja hesi rættindi. Hon tók samanum við kendu orðunum hjá heimspekinginum Løgstrup, har hann sigur, at tann einstaki ongantíð hevur nakað við eitt annað menniskja at gera, uttan so at hann eisini heldur eitt sindur av lívinum hjá hesum í síni hond. Stutt og greitt, at vit øll eru við til at forma lagnuna hjá medmenniskjum okkara, og hvør okkara ger týdningarmiklan mun.

Hóast tað vóru nógv innsløg, eydnaðist at halda tíðarætlanina, sum var tveir tímar. Eftir hetta var farið uppá Ribarsloft har fólk fingu sær ein góðan bita og fingu góð prát. Tað var heilt týðiligt, at innsløgini høvdu sett tankarnar í gongd hjá nógvum, tí tað var ein hugalig surran í øllum húsinum. Hetta var eitt sera væleydnað tiltak við vitjandi úr øllum meginøkinum, sum vónandi kann skapa ringvirkningar við inklusión í gerandisdegnum.

Myndir kunnu eisini finnast her J https://www.facebook.com/events/1046249958750402/permalink/1051967431511988/

Harleywoodpaint