Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnudysturin útsettur

Oliver Joensen

KÍ-kvinnurnar skuldu ídag leika ímóti kvinnunum úr FS-Vágum, men úr Vágunum komu avboð ímorgun.

Í stuttari viðmerking sigur Jón Harald Poulsen, venjari hjá KÍ-kvinnunum, at dysturin skuldi leikast ídag kl. 14, men at KÍ fekk avboð frá FS-Vágum í morgun. Kvinnurnar hjá okkum vilja gjarna sleppa at spæla dystin og sum skilst vil FS-Vágar tað eisini og tí roknar Jón Harald við at dysturin verður leiktur í vikuni.