Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnuflogbóltur: KÍF og TB í steypafinaluni

Danial Viðoy

Kvinnuliðini KÍF og TB vunnu seg í steypafinaluna í gjár.

Kvinnuliðini KÍF og TB vunnu seg í steypafinaluna í gjár, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Kvinnuliðið hjá TB vann sín hálvfinaludyst á Fleyr.

Tvørágenturnar vunnu ein 3-1 sigur á Fleyr. TB vann tvey tey fyrstu settini greit 25-20 og heili 25-14.

Men í triðja setti komu havnargenturnar aftur í aftur og vunnu 25-18. Fjórða settið vann TB 25-21 og harvið eitt pláss í steypafinaluna.

Kvinnuliðið hjá KÍF vann seg í steypafinaluna, tá tær vunnu 3-1 á Fleyr. Tær vunnu greiðan sigur á SÍ. Settini endaðu 25-18, 25-11 og 25-22.