Leingi sá út til, at B36 kundi fara avstað við sigrinum ella einum javnleiki við Djúpumýru sunnudagin, men við einum framúr góðum skoti frá brotsteigarmarkinum setti Rannvá sigurskósina fyri KÍ-kvinnurnar.
KÍ vann tann týðandi landskappingardystin millum KÍ og B36 sunnudagin við tveimum málum móti ongum.
KÍ hevði vitjan av B36, sum í fjør var størsta hóttanin móti KÍ í kappingini um FM-heitið hjá kvinnum.
Dysturin var rímiliga javnur, har eisini gestirnir høvdu møguleikar at leggja seg framum, men einki mál kom í fyrra hálvleiki, so hálvleiksstøðan var 0-0.
Ein byrjaði tí so smátt at stúra fyri, at flokskvinnurnar úr Havn enn einaferð kundu finna uppá at arga KÍ-kvinnurnar, men samstundis merkti tú hendan óbendandi vinnaraviljan, sum hetta fleirfalda meistaraliðið hjá KÍ hevur – ein vilji, sum menninir heilt vist kunnu og eiga at taka við læru av.
Men tað skuldi ein góður leikari og eitt framúr flott skot til fyri at geva KÍ leiðsluna í dystinum.
Eitt sera flott mál
Stutt inn í seinna hálvleik díktu KÍ-kvinnurnar á frá byrjan, og í 53. minutti verður bólturin spældur fram til Rannvu Andreasen, sum fær hann fyri føturnar nakað til vinstru uttan fyri B36-brotsteigin.
Rannvá er hesa løtuna umringað av 2-3 B36-leikarum, men megnar kortini at snara og reka eitt sindur inn ímóti miðjuni og fram ímóti brotsteigarmarkinum, har hon meddar til við høgra beini fram við B36-leikarum. Skotið var hart, eitt sindur høgt og so væl plaserað, at tað rakti handaru stong og fór síðan í málið til 1-0, og so var fagnaðurin stórur á teimum bláu bæði á vøllinum og uttan fyri.
Tað seinna málið hjá KÍ kom, tá ið 10 minuttir restaðu. KÍ vann eitt hornaspark, sum varð sent innfyri B36-málið, har Doris í Garði setti bóltin í málið.
Sostatt vann KÍ dystin og tey 3 stigini.
KÍ – B36 2-0 (0-0)
53. min.: 1-0, Rannvá Andreasen
80. min.: 2-0, Doris í Garði




