Tað var um reppið, at Stjørnan tapti í Havn sunnudagin, tí Neistakvinnur vóru á odda við 3 málum, tá ið 5 minuttir restaðu, men í eyðkendum Stjørnustíli vunnu tær seg upp á javnleik.
Kvinnuhondbóltur: Neistin-Stjørnan 25-25 (14-14)
Vikuskiftið frammanundan vunnu VB-kvinnur á Stjørnuni í KÍ-høllini, hóast Stjørnan eisini tá kom sera sterkt aftur ímóti endanum av dystinum.
Tí hevði Stjørnan brúk fyri at reisa seg í Havn sunnudagin, men heldur ikki hesaferð fingu meistararnir fulla úrtøku.
Uttan at vera líka galið sum ímóti VB so gekk fyrri hálvleikur ikki serliga væl hjá Stjørnuni, men hann endaði tó við javnleiki.
Seinni hálvleikur byrjaði betur, og klaksvíkskvinnur løgdu seg eitt nú á odda 17-14 ta einu løtuna.
Men Neistakvinnur komu aftur. Eitt nú vísti nýggi leikarin hjá teimum, Stine Mikkelsen, seg sum sannan fong fyri felagið.
Neistin tó so smátt yvir, og tá ið 5 minuttir restaðu, vóru tær bláu úr Havn á odda við 3 málum.
Men sum so mangan, tá ið Stjørnan er annað liðið, so var dysturin ikki liðugur, fyrr enn eftir síðsta bríksl, og tað fingu Neistakvinnur eisini at sanna.
Stjørnan kempaði seg nevniliga uppaftur á javnt, áðrenn dysturi var av, og tær bjargaðu sær harvið æruni umframt tað eina stigið.
Toppskjútti hjá Neistanum var Trine Mayland við 8 málum, meðan Simona Petersen skoraði 11 mál fyri Stjørnuna.




