Landskappingin hjá 1.deild kvinnum, ið annars er komin útfyri vikum síðani, er ikki endalig, tí feilur er í kappingini.
Norðlýsið frættir frá keldum kring kvinnufótbóltin í KÍ, atokkurt felag hevur gjørt FSF vart við, at feilur er í landskappingini hjá kvinnunum.Feilurin er, at fýra tey bestu liðini í fjør standa til at spæla 10 heimadystirog 11 útidystir. Hetta er ikki vanlig mannagongd hjá eitt nú Effodeildini, hartey bestu fimm liðini altíð fáa ein heimadyst fleiri. Sum skilst er breið semjaum bæði millum feløgini og í FSF, at hetta skal broytast. Tí verður nýggj kapping sum skilst løgd seinni ívikuni.




