20. november kl.19.30 skipa Evoke, Imagé og Underwear fyri einum spennandi
kvinnukvøldi, har møguleiki verður at koma í rættiligan jólahýr.
Undir yvirskriftini ‘Lekkur innan til uttast‘ verður borðreitt við ymiskum áhugaverdum og kveikjandi nú jólini nærkast.
Sunneva Thorsteinsson, stylecoach, heldur fyrilestur. Nýggjasti hármótin úr London verður sýndur fram. Imagé vísir smartastu pløggini nú til jóla, frá eitt nú: Gio Goi, Signal, Ichi, Lee, Papfarspige, Etui, Mongul, B-young og
MbyM. Eisini kanst tú síggja lekkrastu undirklæðini frá Triumph.
Føroya bestu hárfríðkarar, sum vunnu kappingina innan dámu- og harraklipp á Lívstílsstevnuni, luttaka eisini á kvinnukvøldinum.
Tiltakið verður í størstu hárfríðkanarstovuni í Klaksvík, sum sá dagsins ljós, tá Hárlist og Afrodite løgdu saman, undir nýggja navninum Evoke.
Øll sum koma fáa eina jólagávu saman við vælsmakkandi ábiti og onkrum leskandi afturvið.
Alt hetta verður litað við livandi tónleiki frá Kristinu Bærentsen og Astu Højgaard.
Handlarnir og salongin eru opin eftir tiltakið.
Atgongumerki á 100 kr. fáast til keyps í Evoke, Underwear og Imagé
Øll eru hjartaliga vælkomin




