Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnulandsliðið fyrireikði seg í Klaksvík

John William Joensen

Týskvøldið spældi kvinnulandsliðið í fótbólti seinasta venjingardystin áðrenn fráferðina til EM-kapping í Makedonia.

Hósdagin skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti til EM-undankapping í Makedonia. Liðið hevur í í næstan tveir mánaðir fyrireika seg til hesa kapping, og umframt nógvar venjingar, hevur liðið eisini spælt fleiri venjingardystir.
 
Onkrir av venjingardystunum hava verið í Klaksvík, og tann seinasti dysturin, áðrenn liðið fer avstað hósdagin, varð spældur spældur í Klaksvík týskvøldið. Dysturin var ímóti smádreingjaliðnum hjá KÍ.

Smádreingja liðið hjá KÍ sum var styrkt við nøkrum dreingjaliðsleikarum vann dystin 4-0.

Harleyfacadeacryl