Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnulandsliðið hjá Stórabretlandi kemur á vitjan í Føroyum

Danial Viðoy

Avtala er gjørd við Stórabretland um at kvinnulandsliðini hjá londunum spæla vinadystir 28. og 29. november 2015 í Føroyum.

Avtala er gjørd við Stórabretland um at kvinnulandsliðini hjá londunum spæla vinadystir 28. og 29. november 2015 í Føroyum, skrivar Hondbóltssamband Føroya.

Dystirnir vera báðir í Klaksvík. Dystirnir eru liðir í arbeiðinum hjá HSF at hava regluligt landsliðsvirksemi. Og samstundis er tað fyrireiking til næstu stóru undankappingina, sum føroysku kvinnurnar skulu til. Nærri kunning um tað kemur seinni

Landsliðsvenjararnir, Andreas F. Hansen og Harald Bjørgvin hava úttikið ein hóp til dystirnar. Leikararnir eru hesir:

Fríða Petersen, Neistin

Ása Dam á Neystabø, Neistin

Marjun Falkvard Danberg, Neistin

Eir Martinsdóttir Berg, Neistin

Birita Jacobsen, Neistin

Brynja Høj, Neistin

Anna Armgarðardóttir Brimnes, Kyndil

Bjarta Osberg Johansen, Kyndil

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Bára Krossteig Hansen, Kyndil

Agnas Olsen, VÍF

Liljan Djurhuus, VÍF

Eilin Súsanna Hansen, VÍF

Marianna Holm Jacobsen, VÍF

Helga Eyðunsdóttir Kjærbo, VB

Bára Berthelsen, StÍF

Fríðrún Danielsen, StÍF

Rebekka Justinussen, StÍF

Ruth Mohr Heen, CIK Amager


Við hondbóltskvøðu

HONDBÓLTSSAMBAND FØROYA