Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt landslið spælt seg víðari úr einari undankapping, eftir at føroyska kvinnulandsliðið í dag vann 2-1 ímóti Georgia.
Undan dystinum var nokk við einum stigi, men við tveimum málum frá Heidi Sevdal, eitt í hvørjum hálvleiki, fingu føroysku kvinnurnar øll trý stigini, og hava í alt fingið 7 stig fyri dystirnar ímóti Montenegro, Litava og Georgia.
Seinni í dag spæla Litava og Montenegro seinasta dystin í kappingini. Vinnur Montenegro dystin verða tær nummar 1 í bólkinum, meðan føroyska liðið endar á 2. plássi.
Men av tí at tvey lið fara víðari til enn eina undankapping, sum verður skipað eftir sama leisti sum við undankappingini hjá monnum, er longu greitt, at Føroyar hava tryggjað sær víðari luttøku.
Týsdagin 16. apríl verður lutakast um, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu møta í HM-undankappingi, sum byrjar í september mánaða.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar seinnapartin í morgin, mikudagin.




