Tíðindaskriv: “Kvinnur fyri Miðflokkin” skipar fyri norðurlendskari ráðstevnu. Hetta er í samstarvi við Kristdemokraternes Kvindeforbund í hinum Norðanlondunum. Í ár eru luttakarar úr Svøríki, Noregi og Føroyum. Ráðstevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan er fullsett.
Evnið fyri ráðstevnuna hesa ferð er: (Út)búgving av komandi ættarliðum: Hvussu fyrireika vit á besta hátt okkara børn og ungu til at føra okkara kristna arv og virðir víðari og tryggja okkara komandi ættarliðum eina trygga tilveru.
Áhugaverdir talarar verða:
Elisabeth Hvítklett Joensen, leiðari fyri Aglov International í Føroyum.
Rósalind Olsen, námsfrøðingur, varaleiðari i barnagarðinum Sóljuhjarta.
Jastrid Høj, skúlastjóri í Frískúlanum Keldan.
Hallgerð Akurstein, leiðari á ferðastovuni í Norðoyggjum.
Hildigunn Steinhólm, Fróðskaparsetur Føroya.
Vinaliga
Vegna fyrireikarnar
Mia av Kák Joensen




