Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnur, list og skapandi tráan

Sprotin

– Orð og tónar hóskvøldið 17. mars kl. 20:00

Orð og tónar hóskvøldið 17. mars kl. 20:00

Meiri ella minni desperatar royndir at vera við barn, og so stríðið hjá mongum listakvinnum ímillum siðbundna leiklutum, ið samfelagið vil hegna tær inni í, og so listina, ið brennur innaní og ikki virðir somu mørk. Hetta eru evnini á Orð og tónum hóskvøldið 17. mars kl. 20. Gávuríka og unga Lea Kampmann stendur fyri tónleikinum.

Í bókini Blátt blóð skrivar Oddný Eir Ævarsdóttir um sínar meiri og minni desperatu royndir at verða við barn. Hóast sjálv Simone de Beauvoir vitjar hana í dreymi og vissar hana um, at nútíðarkvinnan kann vera nøgd við síni avrik, so ber ikki til at køva urtrongdina–at ganga við barni og føða tað. Jóhanna Andreasen fer at hugleiða um bókina og Ria Tórgarð lesur brot úr henni.

Tá ið Kristin Marja Baldursdóttir herfyri var í Føroyum, segði hon, at ongar kápur høvdu fangað so væl, hvat stórverk hennara Karitas snýr seg um, sum tær, ið Edward hevur gjørt til bæði bindini í føroyskari týðing. Gunvør Balle fer at hugleiða um, hvussu kápumyndirnar hjá Edward lýsa grundleggjandi stríðið hjá listakvinnuni ímillum siðbundna leiklutin, ið samfelagið vil hegna hana inni í, og so listina, ið brennur innaní og ikki virðir somu mørk.

Eftir ein lítlan steðg verður sami táttur tikin upp aftur, nú úr øðrum sjónarhorni. Solveig H. Olsen fer at viðgera, hvussu hetta stríð sæst aftur í verkunum hjá tveimum listakvinnum, onnur føroysk, hin íslendsk, Ruth Smith og Júlíana Sveinsdóttir. Hóast sera ymiskar, Júlían var opin og bráðlynt, Ruth varin og innanhokin, vóru báðar væl útbúnar, stríddust fyri sínari list og høvdu mótgang og vóru fyri dómi, tí samfelagið ikki skiltu kvinnur, hvørs listarliga tráan ikki kundi køvast av siðbundnum leiklutum.

Unga og evnaríka Lea Kampmann fer at syngja nakrar av sínum inniligu sangum tvær reisur hetta kvøldið.

Skráin er henda:

Vælkoma

Barnatrá

Jóhanna Andreasen hugleiðir um Blátt blóð

Ria Tórgarð lesur brot úr Blátt blóð

Karitas í tveimum myndum – Gunvør Balle

Lea Kampmann syngur

Steðgur

Listakvinnur í útjaðaranum . . . tá og nú – Solveig H. Olsen

Lea Kampmann syngur

Kaffi, vín og øl er til keyps at hava afturvið.

Til ber at ogna sær fleiri nýggjar, úrvaldar bøkur fyri serprís.

Orð og tónar er ókeypis tiltak, ið verður hildið eitt kvøld um miðjan mánaðin frá kl. 20:00 til á leið 22:00 á Reinsaríinum. Endamálið er at uppliva, njóta og skifta orð um bókmentir, tónleik og aðra mentan saman. Tað, ið eyðkennir tiltakið, er, at ymsar mentanargreinar verða tvinnaðar saman, so sum bókmentir, leiklist og tónleikur.

Fleiri upplýsingar fáast hjá Poul F. Guttesen, poul@sprotin.fo ella á tel. 22 41 23.