Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnur seta dám á Føroya Sjómannadag

John William Joensen

Kvinnurnar verða í meiriluta, tá umboð fyri lands- og lokalmyndugleikar røða á Føroya Sjómannadegi

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, letur upp framsýngina hjá Hans J. Fuglø í deildini hjá EIK. Leygardagin 22. august, bjóðar borgarstjórin vælkomin til stórt kaffiborð á Stangabrúnni kl. 11:15.

Eins og undanfarin ár er tað siðvenja at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setur Føroya Sjómannadag og í ár fellur heiðurin til Jacob Vestergaard. Landsstýrismaðurin flytur fram røðu í samband við stóra kaffiborðið eftir at borgarstjórin hevur boðið vælkomin.

Eins og siður er heiðrar Føroya Sjómannadagur bestu bátar og skip. Tað er formaðurin í løgtingsins vinnunevnd, sum handar heiðurstekin, og í ár fellur hesin heiðurin til eina kvinnu, nevniliga Katrin Dahl Jakobsen. Handanin ferð fram leygarkvøldið, beint eftir Føroyameistarakappingina í Egning, ið byrjar kl. 19.

Harleywoodpaint