Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnur úr øllum heiminum streyma til Bindifestivalin í Fuglafirði

Helgi Abrahamsen

Hóast hetta bara er annað árið, ið skipað verður fyri bindifestivali í Fuglafirði, so er festivalurin longu vorðin kendur um allan heimin.

“Vit rokna við umleið 400 luttakarum, harav millum 100 og 150 koma úr øðrum londum,” sigur Steintóra Nesá, sum er ein av stigtakarunum til bindifestivalin, ið verður í døgunum 14. til 16 apríl.

“Her koma fólk úr Týsklandi, Íslandi, Svøríki, Danmark, Kanada, Kirkenes í Noreg, og onkur kemur heilt úr Detroit,” sigur hon.

Elsti útlendski luttakarin, sum hevur melda seg til festivalin er 84 ár.

Les meira um Bindifestivalin í Norðlýsinum, sum kemur út í dag.