Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar á gullkós

Oliver Joensen

1. kvinnuliðið hjá KÍ er á odda 2-0 í hálvleikinum ímóti B36 í Gundadali í Havn.

Men  tað hevur ikki verið uttan svørslag. Veðrið er sera vánaligt til at fáa spælið at flóta, nógvur vindur og gloprarregn.
B36 byrjaði betur og hevði onkrar málmøguleikar, men tá 25 minuttir vórðu leiktir, kom KÍ framum 1-0 við einum máli, sum Rannvá skoraði við einum vøkrum langskoti. Seinna málinum syrgdi Malena Josephsen fyri stutt fyri hálvleik.
Eftir at KÍ hevði fingið fyrsta málið tóku klaksvíkskvinnurnar yvir og hava havt yvirvág í dystinum seinasta korterið av fyrra hálvleiki.

Harleyfacadeacryl