Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar farnar til Makedonia

Oliver Joensen

Fyrsti bólkurin hjá KÍ kvinnum fór til Makedonia leygardaginímeðan restin fer ídag. KÍ kvinnurnar skulu út í heim at leika í UEFA Woman Cup.

Í hurlivasanum sunnudagin, tá Strandferðslan einaferð enn ikki megnaði at røkja Lorvíksfjarðarleiðina eftir stóra Summarfestivalin í Klaksvík, fór fyrsti bólkurin hjá kvinnunum avstað við leigaðum báti um fjørðin.
Kvinnurnar hjá KÍ skulu leika UEFA Cup í Makedonia. Leiktir verða tríggir dystir á ferðini, og ætlanin er at Norðlýsið (www.nordlysid.fo) fer at uppdaterað leypandi ímeðan dystirnir verða leiktir. Allir dystir verða leiktir kl. 17.00 lokala tíð. Týsdagin, tað vil siga ímorgin, verður fyrsti dysturin leiktur ímóti SC Luwin (Sveis), hósdagin 11.08 verður so annar dysturin ímóti FC Codru Anenii Noi (Moldova) og leygardagin 13.08 verður so seinasti dysturin leiktur ímóti ZFK Shkiponjat (Macedonia).