Í góðveðrinum ímorgun, sunnumorgunin, var gott lag norðuri á ferjuleguni. KÍ-kvinnurnar fóru við Dúgvuni og málið er Weroclaw í Póllandi.
Tað var gott lag á Stangabrúnni ímorgun, tá ferðalagið hjá KÍ-kvinnum savnaðist kl. 7.00 til fráferðina hjá Dúgvuni kl. 7.15.
Umframt sjálvan spælarahópin við venjarum og hjálparfólkum, vóru eisini tríggir áskoðarar, ið ætla at fylgja liði teirra. Ferðaleiðari á túrinum er Petur Simonsen.
Ferðalagið skal flúgva úr Føroyum kl. 11.00 og síðani gista á Hotel Hilton í Keypmannahavn til ímorgin mánadagin, tá tey kl. 10.20 skulu flúgva víðari til Wroclaw í Póllandi.
Í Wroclaw búgva tey á Hotel Gem, ið hevur eina heimasíðu, ið eitur www.hotelgem.com.pl um onkur hevur hug at síggja hvussu hotellið sær út, ella kanska at senda eina heilsan.
Týsdagin 20.07.04 verður so fyrsti dysturin og hann verður ímillum Metallist Chrakow og KÍ. Tann dysturin byrjar kl. 16.00. Hósdagin 22.07.04 fara kvinnurnar so aftur í eldin, tá skulu tær leika ímóti AZS Wroclaw kl. 17.00 og seinasti dysturin á ferðini verður leygardagin 24.07 og hann verður ímóti Cardiff og dysturin verður leiktur kl. 17.00.
Umframt tíðindi frá túrinum, fara vit at royna at fylgja dystinum her á heimasíðuni hjá Norðlýsinum ímeðan kvinnurnar spæla sínar dystir.




