KÍ-kvinnurnar hava vunnið tveir stórsigrar í landskappingini og hava spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini
Kvinnurnar hjá KÍ hava spælt tríggjar dystir í ár, og sigursvanda liðið hevur vunnið allar dystirnar.
Fyrsti dysturin var ímóti GÍ í landskappingini, og hóast GÍ skoraði trý mál í hesum dystinum, so var tað KÍ, ið vann dystin 7-3.
Skírisdag vóru kvinnurnar á Eiði og spældu fjórðingsfinalu í steypakappingini. Bert eitt mál kom í dystinum, og tað fekk KÍ í fyrra hálvleiki. Rannvá Andreasen skoraði málið.
KÍ hevði tamarhald á dystinum, skapti fleiri kjansir, men hevði ilt við at gera mál. EB/Streymur hevur ein opnan kjans, men KÍ-málverjin Randi Wardum bjargaði væl.
KÍ skal í hálvfinaluni í steypakappingini spæla ímóti antin GÍ ella NSÍ.
Annan páskadag vóru KÍ-kvinnurnar í Runavík og spældu í landskappingini, og har endaði eisini við stórsigri. KÍ vann heili 12-0.
KÍ kvinnurnar eru sostatt byrjaðar, har tær sleptu í fjør – vit at vinna hvørja ferð tær spæla.




