Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar hjá Kí føroyameistarar

Oliver Joensen

Tað sum leingið hevur ligið í luftini varð avgjørt í kvøld á Djúpumýru. 1. deild kvinnur gjørdust føroyameistarar hóast fleiri umfør eru eftir at spæla.

KÍ kvinnurnar tóku ímóti AB á Djúpumýru í kvøld. Tað var rættuliga skjótt at tað sást at KÍ kvinnurnar ætlaðu sær sigurin og longu í 7 minutti fingu tær fyrsta málið í 8. minuttti annað og í 11. og 15. minutti 3. og fjórða málið.
Fyrri hálvleikur endaði við eini tryggari 5-0 leiðslu til KÍ. Í Seinna hálvleiki gekk betur hjá AB, við tað at tær fingu trý mál ímeðan KÍ bert fekk tvey og gjørdist endaliga støðan tí 7-3 til KÍ kvinnurnar. Við hesum sigrinum hava Kí kvinnurnar tryggja sær so nógv stig, at tað ber ongum liði til at fáa tær aftur.
Tillukku kvinnurnar!