2. Europa Cup dysturin hjá KÍ kvinnunum í undanspælinum í Europa Cup, verður leiktur seinnapartin kl. 16.00. Hesaferð er tað AZS Wroclaw, ið er mótstøðuliðið.
Frá Klaksvíkingunum í Wroclaw frætta vit ímorgun, at hýrurin er góður, og at kvinnurnar eru klárar at taka ímóti næstu avbjóðingini á hesum túrinum. Ukrainska liðið, sum vann 2-1 á KÍ var styrkismett, sum sterkasta liðið í bólkinum og ídag skulu KÍ-kvinnurnar leika ímóti nr. 2 AZS Wroclaw.
Hóast styrkismetingina, so skulu KÍ-kvinnurnar ikki rokna við nøkrum løttum dysti, tí Wroclaw hevur heimavøll og hitin í Póllandi liggur støðugt um tær 30-35 gradirnar.
Petur Simonsen, ferðaleiðari sigur við Norðlýsið, at hóast onkrir smásnuddir eru at dragast við eftir fyrsta dystin, so eru allar tøkar til dystin ídag og liðuppstillingin verður hin sama sum til dystin týsdagin. "Vit fara nú ein gongutúr, áðrenn døgurða. Taktikkfundur hevur verið ímorgun og seinnapartin einaferð, skal møddamíkjarin hyggja uppá leikararnar og síðani verður farið til dystin", sigur ferðaleiðarin í stuttari viðmerking.
Norðlýsið fer at fylgja leikgongdini her á heimasíðuni og vit vænta eisini at fáa myndir úr Póllandi seinnapartin í dag.




